Fimleikur, Badminton, Flogbóltur, Kappróður og Billiard eru tíðandi ítróttargreinar, sum við sínum góðu úrslitum eru við til at seta Fuglafjørð á Føroyakortið.
Pensionistarnir halda til í egnum húsi “Lonini”. Har koma tey saman til gaman og álvara. Í løtuni fyrireika tey ferð uttanlanda í summar. At stuðla ítrótti og frítíðarvirksemi er alneyðugt.
Standa vit saman, eru vit sterk.
Vit, sum búgva við uthavsins strendur, mugu standa saman og hjálpast at fyri at fáa góð úrslit.
Fuglafjarðar Hornorkestur
Hornorkestrið er ein týðandi mentanarberi í Fuglafirði.
Leiðslan í Hornorkestrinum og teir trúgvu spælararnir fáa alt at bera til og eru dugnalig.
Og tað er ein sonn frøi og gleði at hoyra tey spæla, tá ið tónarnir fara yvir bláan fjørð og upp millum tey høgu fjøllini,
ið kringseta Fuglafjørð, tá er løtan góð.
Hororkestrið fær fullan og heilan stuðul frá fuglfirðingum og Býráðnum.
Fuglafjarðar Hornorkestur verður stjórnað av dugnaliga venjaranum Kjell Orseth.
X við Dánjal Vang
Fuglafjørður