Sum valevni á lista D, fari eg at skriva nakrar fáar reglur afturat, nú bert nakrir tímar eru eftir til valhølini lata aftur, og borgarin hevur talað.
Hyggja vit eftir vøggustovu og barnagarðsplássum í kommununi, so er tann tørvurin nøktaður nógv ár fram í tíðina, hyggja vit eftir eldrasambýlinum, eldraíbúðum og røktarheimsplássum, so er heilt fitt eftir á mál, eitt mál sum kostar nógvar pengar, og má tí koma á skrá í eini langtíðarætlan, eins og skúlin.
Hyggja vit eftir, hvat vit hava at bjóða teimum ungu, sum er ríkasta tilfeingi í eini kommunu, so hava vit karmarnar, nevnliga Mentanarhúsið, til at fáa tey at støðast í kommununi, og eisini til at fáa ung at koma til Fuglafjarðar at hugna sær í vikuskiftum, heldur enn at fara til Havnar. Men hvat nyttar tað at hava góðar “karmar” um innihaldið ikki er nøktandi??
Onkur av teim uppstillaðu hevur seinastu dagarnar róð uppundir, at Mentanarhúsið kann loysa bráfeingistørvin, viðvíkjandi skúlanum. Eg vóni veruliga ikki, at tað er talan um álvarsorð.
Mentanarhúsið eigur at brúkast til tað endamál tað er bygt til, nevnliga mentan. Dans, konsertir, sjónleik og so framvegis. Mentanarhúsið má og skal hava skonkiloyvið, økið rundanum mentanarhúsið eigur at mattrikulerast á sama matrikkul, sum mentanarhúsið er matrikkulera á, soleiðis at tað framyvir ber til sita uttanfyri ein góðveðursdag og njóta eitt glas av víni ella eina øl, saman við eini lættari máltíð.
Eisini eigur tað at vera soleiðis gjørt rundanum mentanarhúsið, at campingvognar fáa atgongd til el, vatn og tað sum tey annars hava tørv á.
Vit á lista D hugsa um teg.
X við Mortan B.