Leygarkvøldið 17. november verður útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við, at feðgarnir Jógvan og Bárður á Lakjuni geva út fløguna ‘Gakk tú tryggur’.Á konsertini verða løgini á nýggju fløguni framførd. Uppsetingin er rættiliga stór, tí umframt tey vanligu ljóðførini sum klaver, guitar, bass og trummur, eru m.a. eisini strúkikvartett, harmonika, horn og floyta við. Harumframt eru eitt lítið barnakór og aðrar kórrøddir við á onkrum av løgunum. Tónleikararnir á konsertini eru Rúni Eysturlíð, Eyðun Johannesen, Høgni Klakkstein, Jákup Heinesen, Pól Wolles, Rúni Hentze, Jan Nónklett og Eyðun á Lakjuni. Strúkikvartettin er føroysk, og tað eru Angelika Nielsen, Jona Jacobsen, Marta á Lakjuni og Jens Chr. Guttesen, sum spæla. Innihaldið í tekstunum varierar frá fittum vøgguvísum, náttúrulýsingum, kærleiksyrkingum til andaligar sálmar og sangir. Konsertin byrjar kl. 19