Nýtt býráð 10. desember

Tað verður hervið gjørt kunnugt at skipanarfundurin hjá nývalda býráðnum verður hildin í býráðssalinum mánadagin tann 10. desember 2012 kl. 16.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

1. Val av formansskapi.
2. Val av føstum nevndum
3. Val av umboðum og øðrum nevndum.

Víst verður til innkallan sambært skriv frá Sonna á Horni, dagfest 27. november 2012, sum valdur er á lista D sum fyrstvaldi.


Skipanarfundurin er almennur.

Fuglafjørður 29. november 2012

Fuglafjarðar býráð