Víkingajól

Vit hava fáar keldur, sum siga nakað um jól áðrenn norðbúgvar tóku við kristnari trúgv. Snorri Sturlasson fortelur í “Håkon den Godes saga” um tíðina áðrenn.

Til tað er at siga, at Håkon ráddi í Noregi frá 934 – 960 og Snorri sjálvur livdi í 1200talinum.

Ein kelda er sum sigur frá um jól hjá norðbúgvum – eitt kvæði, sum er um bardagan hjá Harald Hárfagra við Hafsfjørð í árinum 872.

Skaldið  Thorbjørn Hornklove greiður frá í kvæðinum um Harald at: “ude vil han drikke jul, for at være den eneste, som råder.” Her verður tosa um at drekka – ikki halda jól, tað sigur, at ølið var týdningarmikil partur av jólahaldinum.

Jólini hjá víkkingunum varð ein miðveturveitsla – sum hevði tydning fyri gróður og eydnu í komandi árið.Í “Håkon den Godes saga” verður greitt frá, at Håkon var á “jólavitjan” hjá einum stórbónda, sum kravdi, at hann skuldi blóta til “árs og fridar”, tað merkir ” til ár og frið”.

Seinni verður sagt, at tað vóru tríggir skálar – ein til Odin, ein til Njord og ein til Frøj – til ár og frið.

Verturin  signar tað fyrsta bikari til Óðin, men tann kristni Håkon snýtti og risti krossteknið, táið tað varð hansara túrur at signa.

Snorri  sigur eisini, at jólini vóru eitt felagsgildi har allir bøndur komu til hovið (tað heilaga staðið) við mati. Slakta vóru seyður og hestar, blóðið varð smurt á altarið, gudamyndir og veggir, og slett á øll sum vóru í gildi. Kjøtið varð kókað og etið sum gildismatur, og fyrstu steypini sum drukkin vóru blivu signaði

Í – “Hervør og  Heidriks saga” – verður greitt frá um eitt jólagildi, har verturin letur ein galt (grís) koma inn í salin. Galturin var heilaga djórið hjá Frøj, og fyri galtinum kundi man svørja og geva lyftir fyri tað komandi árið.

Í kvæðinum um Harald Hárfagra verður tosað um at “drekka jól”. Orðið “jól” hoyrir til elstu partar av gildinum. “Jól” er eitt
fleirtalsorð, sum merkir “gildi”. Kanska skal tað tulkast sum “gildistíð”

Jólini í dag eru eisini merktar av gildum, jólaborðum og annað í jólamánaðinum

 

[18.12.2008 – Jóhan Heri Joensen]