Tá ið Emma Winther var lækni í Fuglafirði, hevði hon ein Anglia, gekk í okkurgulum frakka og hevði eina reyðbrúna tasku. Hon búði sjálvandi í Doktarahúsunum – gift við Eyðuni Winther av Sandi. Børnini vóru Katrin, Ólavur og Dávur. Hetta vóru fólkini í hesum aldingarði í Fuglafirði
Vakra kvinna, litríka kvinna
setur seg í Anglia bilin við reyðbrúnari tasku.
Í henni er lívgevandi vágur
og amboð til snildisligu fingrar hennara
at ambæta sjúklingum,
sum liggja á lofti
og bíða eftir hennara vælsignaðu hond.
Móðir var fongd við liðagikt. Emma kom tíðan norður til okkara á Bakkanum og upp á loftið, har móðir lá og bíðaði eftir hennara vælsignilsi. Tá ið Emma hevði hugt inn og sitið eina løtu, var alt gott.
Kemur ein okkurgulur frakki upp trappurnar
og ein morlitt taska.
Vakra Emma úr griskum standmyndum
við klassiskum høvuðburði
er komin á gátt.
Eitt andlitsbragd av Afrodite
vitjar sjúklingar sínar undir væðing –
undan lívsins havsbrúgv
anda mildir vindar yvir sjúkralegu
og sálarkrókar.
Alt var gott, tá ið Emma hevði verið á gátt.
Emma gekk um Skarðið til bygdirnar norðanfyri. Vegasambandið kom 1968. Dømi eru um, at hon helt tvær ferðir á Skarðið jólaaftan eitt árið. Símun Abrahamsen og Edvard Jacobsen, klokkarin, plagdu onkuntíð at fara við henni á vetrardegi um hesa leið. Ofta varð siglt við motorunum hjá Pidda til somu bygdir. Hon dugdi streym. Onkur útróðrarmaður í bygdini ráðførdi seg við Emmu um streym og útróðrarlíkindi, tá ið farast skuldi til útróðar. Jógvan hjá Biritu og Solberg hjá Niklasi fóru onkuntíð t. d. við Eriki neyðsynjarørindi.
Kavi og kavarok, sirm, surk, sólskin og doðavegur
far fótin at flyta seg um Rossarygg-
Botnsbrúgv, Skarði, Kliv – millum “Duris og klettar”,Durutuklettar,
til sjúkling, á sjúkradegi, á beði við veikari megi,
Raska kvinna í okkurgulum frakka við morlittari tasku
og fylgisneytum frægum, har mannfólkahond
leiðir hana á ferð til onnur lond.
Glintar motorur um Enni, Byrgi, Nevi, Fuglafjarðarboðar og Nestanga.
Erikur fær ein skvamp..
Jógvan hjá Biritu má um róður og kobling hanga,
so at Emma ikki fær ein skvamp á vanga.
Emma stendur stumm við hansara lið
og heldur um skøvning, hond og bond
og kinkar eftir sínari ond…….
– Jógvan, stýr, stýr útfrá … ella far inn ímóti Góðadali
har er ein afturundirgerð,
sum veitir mær sálarkvirru
og betri kyrru
á hesi ferð.
Jógvan ger, sum Emma sigur
og stýrir inn at Smørgjógv,
har ræður aldufriður
við lygnum á sjónum
í lyndrandi tónum.
Solberg stendur í kappa
og roykir sær eina ball,
meðan hann lítur út á Kall
og hyggur niðan i Góðadal,
har hann sær lamb og ær
liggja Tjóvalágni nær.
Soleiðis vóru útferðirnar norðurum, men hon koyrdi eisini við bili úteftir. Tá ið farið varð oman av Eiðinum eftir vegnum oman til Norðagøta, var eitt serpentinar snar her. Emma gleið á einum sinni her í kava við bili, og tí varð svingið kallað Winthersving.
Kavafólv um Tyrlar og Lorvíksfjall.
Snjófannir skyggja í ovurviðkvæma vetrarljósinum,
og eina skamma stund gjørdist bilurin snjóblindur og fór útav.
Ikki var tað Skarðið ella um Fuglafjarðarboðar, ið nú farast skuldi um
men á hesi stund var tað bert ein lítil høvd, sum hevði ein hálan lunn.
Nú var tað vetrargler, ið darvaði tínari ferð – ikki boðar, sker og skarð,
men bert eitt lítið snar.
Fremst í huga lá at veita linna og bót til fólk á sjúkralegu,
Onkuntíð hevði megurð og moldartrot gjørt eitt innskot í likam og sál,
og skuldi eitt gott orð, eini góð ráð og góður heilivágur til at lyfta og lætta um mið og mál.
Hóast hálka, skyggísur – sum á kalvabaki, átti taki
so fórt tú av stað um boðar, dalar, skørð og skorð – suður og norð.´
Emma Winther, drotning Afrodite, tú vart sera gløgg, vitug og kring
og minnið um teg og tínar dagar her liva í Winthersving.
Hjartaliga til lukku við teimum nítifimm árunum.
Frits