ÍF hevur mist fleiri spælarar síðani kappingarenda, men nú tykist greitt, at ein av týðandi spælarunum seinnu árini, Jan Ellingsgaard, verður at síggja í ÍF hópinum í 2013.
Jan Ellingagaard er annars ein av fleiri, sum søgdu felagnum farvæl eftir farna kappingarár. Nú kemur Jan Ellingsgaard aftur til Føroyar og nógv bendir á, at stinni vinstri bakkurin aftur verður at síggja í ÍF.
– Vit arbeiða við onkrum, men tað koma vit ikki nærri inn á fyrr enn alt er komið upp á pláss, sigur Ólavur Larsen, formaður í ÍF við portalin í kvøld.
Tað er greitt, at Høgni Zachariasen verður partur av hópinum komandi ár. Hann hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár, meðan tað enn er ógeitt um Bartal Eliasen heldur fram.
Jan Ellingagaard hevur eisini spælt á føroyska U21 landsliðnum.
Kelda: sportal.fo