Aðalfundur verður hildin í hølum felagsins leygardagin 27. Apríl kl 19.00. Møguleiki hjá nýggjum limum at tekna seg. Møtið fjølment
Fuglafjarðar Ellisakfør hevur eitt ár á baki, og hetta árið hevur felagið verið sera virkið. Felagið heldur til í gamla timburhandlinum í Fuglafirði, og har er nógv komið á skaftið hetta árið, so talan nú veruliga er um savn av ellisakførum, ið teir við stoltleika kunnu vísa fram.
Í komandi viku verður høvið at síggja akførini. Flaggdagin 25. apríl er ætlanin at seta tey til sýningar við Mentanarhúsið, so áhugað kunnu njóta forkunnugu akførini uttandura