Marius eru júst afturkomnir til Føroya, eftir at hava verið á konsertferð í Týsklandi. Teir eru tí sera væl upplagdir til eina konsert heima á klettunum, áðrenn festivalar og annað byrjar í summar.
Hendan konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið tann 26. apríl kl. 20.00.
Teir ið mannað bólkin eru: Hans Marius Ziska, Heðin Z. Davdsen, Brandur Jacobsen og Allan Tausen.
Kostnaðurin til konsertina er 120,- og kann einans keypast við dyrnar.