Bólkurin Divaz fer í næstum at hava nakrar framførslur ymsa staðni í landinum undir heitinum “Party Night”. Talan er um 4 framførslur, har tey í Divaz fara at borðreiða við sangi og tónleiki á høgum støði. Divaz duga veruliga at seta lív í fjøldina við teirra fangandi poppi, rokki og soultónleiki. Lagt verður upp til eitt veruligt veitslubrak, har fólk kunnu dansa og stuttleika sær saman við festligu divunum og frálíku tónleikarunum.
Í løtuni eru tey við at leggja síðstu hond á fyrstu fløguútgávuna, ið Kristoffer Mørkøre hevur framleitt, og sum kemur út seinni í summar.
Bólkurin byrjaði við at spæla sokallaðan cover-tónleik, og tað er júst hetta konseptið, ið er í miðdeplinum á teirra Party Night Tour.
Fólk kunnu gleða seg at hoyra teirra frálíku útgávur av tónleikinum hjá eitt nú Beyoncé, Rihanna, Michael Jackson, Lady Gaga, Carpark North, 20 Seconds To Mars, Tina Turner, Alicia Keys, Christina Perry, Pink, En Vogue, Chaka Kahn, Gnarls Barkly og Maroon5.
Tað er tær tríggjar, Laila Carlsen, Ann Chanett Danielsen og Malan Eyðunsdóttir, ið mynda Divaz. Afturat sær hava tær sera dugnaligu tónleikararnar Jóhan Ziskason, Kristoffer Mørkøre og Henning Hjalt Nicodemussen.
Kostnaður 150,- við dyrnar
Mentanarhúsið letur upp kl. 23.30