Eysturoyarliðini vunnu báðar deildirnar í FM fyri lið í bridge. Liðið hjá Símun Lassaberg vann 1. deild og liðið hjá Eyðun Anthoniussen vann 2. deild.
Seinasta umfar í FM fyri lið var leygardagin.
Liðið hjá Símun Lassaberg (Árni M. Dam, Dia Jacobsen, Pól Egholm, Marner Joensen) lógu væl fremst fyri seinasta umfar og liðið hevði heldur ikki trupulleikar at halda oddasessin.
Seinasti dysturin var móti verandi føroyameistarunum – liðnum hjá Boga Simonsen – og tann dysturin endaði 15-15.
Liðini hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jens Midjord, Jákup Hjaltalin, Hans Jacob Petersen) og liðið hjá Per Kallsberg (Balle Mohr, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum) vóru jøvn í stigumá 2. plássi, men tá liðið hjá Per hevði vunnið innanhýsis dystirnar endaði Liðið hjá Per Kallsberg á øðrum plássi.
Í 2. deild lá liðið hjá Eyðun Anthoniussen (Jaspur Langgaard, Reimund Langgaard,Eirikkur Joensen, Ingolf Joensen, Haldor Ellingsgaard) langt fremst fyri seinasta umfar og vunnu eisini 2. deild so ruddiliga. Nummar tvey var Danny Transport. (Danny Danielsen, Tordis Johannessen, Jens Pauli Nolsøe, Árant Berjastein).
Endaliga støðan
1. deild
1. Símun Lassaberg 204
2. Per Kallsberg 178
3. Bogi Simonsen 178
4. Høgni Jacobsen 113
5. Jórun Johannesen 107
6. Helgi Arntórsson 102
2. deild
1, Eyðun Anthoniussen 197
2. Danny Transport 148
3. Óli Holm 136
4. Jóna Hentze 115
5. K.B.I. Klaksvík 110