Guðrun & Bartal góvu út nýggja fløgu tann 5. apríl í ár, ið kallast “Vónin er”, og í tí sambandi, verður stórsligin útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið tann 28. apríl kl. 20.00.
Guðrun & Bartal møta upp við sera góðum tónleikarum aftrat sær hetta kvøldið, og tey eru:
Benjamin Petersen, Mikael Blak, Petur Háberg, Per I. Højgaard, Unn Patursson, Pætur á Borg og Bogi á Borg.
Atgongumerki kunnu einans keypast við dyrnar, og kostnaðurin fyri konsertina er 120,-