JT-Electric sum seinastu tíðina hevur lagt seg eftir at fara uttanlanda eftir ordrum sendi Flaggdagin undirvatnsljós til Tasmania, Danmark og Frankaríki
Eftir at hava enda trý fylgjandi ár við undirskotið kundu tey á JT-Electric staðfesta eitt yvirskot á roknskapinum 2012.
M.a. hevur virkið á Kambsdali lagt seg meira eftir at fara uttanlanda eftir ordrum og hetta gevur nú bíleggingar úr útlandinum.
Fyrr í vikuni var eitt TrawlCamera sent til Grønlands og flaggdagin tá hendan myndin var tikin vóru hesir pakkarnir við undirvatnsljósum avskipaðir til Danmark, Frankaríki og Tasmania