Varmakeldustevna og Føroya Regatta 2013 fyri fullum seglum fyrst í juli

regattaStór seglskiparegatta byrjar í Fuglafirði upp undir Varmakeldustevnuna í ár. Tá fara flestu av Føroya stásiligu træseglskipum at leggja leiðina til Fuglafjarðar har tey koma seinnapartin, hósdagin 4. juli. Skipað verður fyri stórari almennari móttøku á havnalagnum og hugni verður fyri allar aldursbólkar til langt út á kvøldið. Høvið verður at vitja umborð á flestu av skipunum, kappingar og tiltøk verða fyri børnini, tjald verður sett upp á bryggjuni við matsølu, tónleiki og øðrum. Í løtuni verður arbeitt við fyrireikingunum, og greiða vit nærri frá skránni seinni.

Fríggjamorgunin, 5. juli, endar Regattavitjanin í Fuglafirði á hesum sinni. Tá leggja skipini frá bryggju og Regattaðin heldur áfram, meðan Varmakeldustevna verður í Fuglafirði alt vikuskiftið 5. – 7. juli.

Siglingarætlanin fyri Føroya Regatta 2013 er hendan:

Hósdagur 4. juli: Byrjan við móttøku og hugna í Fuglafirði

Fríggjadagur 5. juli: Fuglafjørður – Tórshavn

Leygardagur 6. Juli: Tórshavn – Skopun – Miðvág

Sunnudagur 7. juli: Miðvág – Tórshavn – Klaksvík – Vág

Ferðaseðlar: Kunnu keypast á kunningarstovuni í Fuglafirði ella á kunningarstovunum kring landið, á www.nordlysid.com, ella umborð.

Einkult ferð kostar 300 kr. og allur teinurin – Fuglafjørð – Tórshavn – Skopun – Miðvág – Tórshavn – Klaksvík – Vág kostar 800 kr. Gistast má í landi.