Í meira enn 30 ár hevur Frits Johannesen staðið á odda fyri kórsangi í Fuglafirði. Tað verður markerað í dag.
Dagurin byrjaði í svimjihylinum í morgun, Frits svimur vanliga leygarmorgnar, har mentamaðurin varð fangaður av nógvum at teimum gentum, ið hava sungið í kóri hjá honum hetta drúgva tíðarskeið.
Frits var ovurfegin og ikki sørt rørdur av hesi gleðiligu morgungávu. Hann hugleiddi um mongu góðu ferðirnar, ið Fuglafjarðar Gentukór hevur verið á.
Fyrrapartin venja tey øll saman í Fimleikarhøllini, har lokalu kreftirnar Eyðun og Jógvan á Lakjuni og Heðin Kambsdal skipa fyri, saman við vinmanninum hjá Frits, John Høybye, ið er komin til Føroya til høvið.
Á miðdegi fáa tey øll ein bita saman á Muntra, har høvið eisini verður at minnast aftur á gamlar dagar.
Kl. 17:00 letur upp framsýning um Fuglafjarðar Gentukór í Riberhúsi.
Kl. 18.30 í kvøld verður stór heiðurskonsert í Fuglafjarðar kirkju, har Fuglafjarðar Gentukór síðstu 33 árini fer at syngja. Genturnar, ið nú eru bæði kvinnur, mammur og ommur, vandu í Leirvík í gjárkvøldið, og vóru tær tá umleið 70 í tali. Av tí at talan er um eitt so langt tíðarskeið, hava fleiri av luttakarunum ikki sungið saman fyrr.
Eftir konsertina verður galladøgurði í Mentanarhúsinum.