Kirkjukór úr Mosfellsbær hevur konsert í Siloa, saman við Siloa kórinum, mikudagin 22 mai kl 19.30
Kórið er kirkjukór hjá Lágafellsókn í Mossfellsbær í Íslandi. Tey syngja við ymisk høvi í Mossfellsbær og hava eisini sungið við ymisk hátíðarlig høvi – bæði í Íslandi og uttanlands. Tey hava ferðast víða, hava sungið í Italia, Írlandi, Danmark, Ungarn, Kanada og hava nú ynskt at vitja Føroyar.
Urguleikari og kórleiðari er Arnhildur Valgarðsdóttir
Formaður kórsins er Valgerður Magnúsdóttir
Regin Grímsson (Eysturoy) hevur fingið ferðina til Føroyar í lag.
Áralanga vinarlagið millum Føroyar og Ísland og ríki sangskattur føroyinga hevur leitt mong dugnalig føroysk tónlistafólk til Íslands. Hesi hava verið til stóra gleði og íblástur fyri íslendingar, og sum eina tøkk fyri hetta, ynskir Kirkjukór Mosfellsbæjar at vitja Føroyar og syngja fyri føroyingum og saman við føroyskum sangarum.