Sambart tølunum frá Hagstovuni 1. mars 2012 – 28. februar 2013, so varð fólkavøkstur í Fuglafirði í hesum tíðarskeiði.
Hóast fólkavøksturin er lítil , 3 fólk, so er gongdin hóast alt positiv. Í flestu kommunum er tó ein fráflyting.
Burðaravlopið í Fuglafirði kundi gott verið betri, avlop = 0. Um tað er tað, at ungu familjurnar liggja á latu síðuni, ella eru tað møguliga ov fáar ungar familjur í kommununi, sum kunnu hjálpa uppá hesi tølini. Eitt lágt burðaravlop er tíverri ein skeiv gongd fyri eina kommunu.