Fuglafjarðar Kommuna verður aftur í ár karmur um eina mentanarviku, ið verður 16.-22.september.
Ì september 2012 skipaði kommunan fyri eini sera umfatandi og væl móttiknari mentanarviku. At tað gekk somikið væl tá, hevur so lagt lunnar undir, at tiltakið verður aftur í ár.
Kommunan hevur í hesum sambandi sett 34-ára gamla fuglfirðingin Hergeir Eldevig sum samskipara. Hergeir er royndur tiltaksfyriskipari, og sigur soleiðis um uppgávuna “Eg tók beinanvegin av tilboðinum um at samskipa mentanarvikuna í ár. Einamest tí eg hoyrdi allar jaligu afturmeldingarnar tiltakið fekk seinast. Hóast hettar leggur eitt ávíst trýst á meg sum fyriskipara, so taki eg sera fegin ímóti avbjóðingini. Eisini síggi eg tað, at tiltakið var so væl móttikið, sum eina staðfesting av, at tiltakið eigur at vera afturvendandi. Tiskil gleði eg meg til at bjóða øllum vælkomin til mentanarvikuna hesaferð”
Mentanarvikan í Fuglafirði verður eitt sindur minni umfatandi hesaferð. Tó er lagt upp fyri hesum við ikki at leggja nøkur tiltøk samstundis. Eisini eru flest øll tiltøkini ókeypis. So tað átti at verið møguligt hjá øllum at fáa nógv burturúr at vitja Fuglafjørð í døgunum millum 16. til 22. september.
Sí skránna here.
Kelda: Fuglafjarðar kommuna