Leygarkvøldið tann 16. november 2013, kemur ein tónleikalegenda at vitja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hesaferð er tað eingin annar enn Mike Tramp, ið er mest kendur sum sangari í danska 70’ara bólkinum, Mabel, og stovnari og sangari í amerikanska 80’ara bólkinum, White Lion.
Mike var í Føroyum tann 12. oktober í ár, har hann skuldi spæla í Mentanarhúsinum, men undir ljóðroyndini 3 tímar áðrenn konsertin skuldi byrja, gjørdist tað greitt at hann ikki kláraði at syngja, vegna virus á stemmubondunum. Tey sum hava keypt atgongumerki til tí konsertina, fáa brúkt sama atgongumerki aftur til hesa konsertina tann 16. november.
Søgan aftanfyri Mike Tramp
Mike Tramp er føddur og uppvaksin á Vesterbro í Keypmannahavn. Í 1976 gjørdist Mike sangari í Mabel, einans 16-ára gamal, og 2 ár seinni er hann við til at vinna Dansk Melodi Grand Prix við sanginum ”Boom Boom”, saman við bólkinum Mabel. Bólkurin broytir navn til Studs og síðani Lion, og teir velja at upploysa bólkin í 1982. Sama ár flytir hann einsamallur til New York, og eitt ár seinni stovnar hann White Lion saman við guitaristinum Vito Bratta. Frá 1984 til 1991 geva teir út 4 fløgur, har teir m.a. enda nr. 3 og nr. 8 á Billbord Top 40 við ”When The Children Cry” og ”Wait”. Í hesum árunum spæla teir tónleik kring allan heimin, og spæla konsertir saman við nøvnum sum Ozzy Osbourne, Motley Crue, KISS, Aerosmith og AC/DC. Í 1995 stovnar hann nýggjan bólk í Los Angeles og hesaferð eitur bólkurin Freak Of Nature. Teir geva út 2 fløgur áðrenn teir gevast í 1995, men velja síðani at geva eina fløgu út afturat í 1998, tá er Mike farin í gongd við eina solokarrieru eisini. Frá 1998 til d.d. hevur Mike útgivið 7 soloútgávur, 2 liveupptøkur og eina fløgu saman við White Lion (í 2008), samstundis sum hann hevur spælt konsertir aftur saman við White Lion og verið support hjá KISS í Gigantium (í 2010). Hann gav út sína seinastu solofløgu í ár, og er í løtuni á konsertferð, har hann spælir akustiskar solkonsertir í Danmark, Svøríki, Týsklandi og nú eisini í Føroyum.
Konsertin í Mentanarhúsinum er ein akustisk solokonsert, og tey sum ogna sær eitt atgongumerki sleppa at sita niðri alla konsertina, tí talan er um eina intima sitikonsert, har einans 300 fólk sleppa inn at lurta. Hetta er eisini einasta konsert hjá Mike Tramp í Føroyum á hesum sinnið.
Wolfgang Unplugged hita upp áðrenn Mike Tramp kemur á pallin, og teir spæla eisini í ovara salinum restina av kvøldinum og alla náttina. Tað er ókeypis at koma inn eftir konsertina (uml. kl. 22.30).
Atgongumerki á einans 150,- kunnu keypast í Tutl, Haraldsen, FK og á eBillett.fo (um atgongumerki eru eftir, er møguleiki at keypa við dyrnar).
Konsertin byrjar kl. 20.00 og dyrnar lata upp kl. 19.30