Framtíðin hjá ÍF er á Kambsdali
Grundgevingin hjá býráðnum fyri at sleppa upprunaligu ætlanini við vøllin í Fløtugerði er, at útlit eru fyri fleiri krøvum frá UEFA komandi árini. Til dømis verður roknað við, at í framtíðini fer UEFA at krevja, at eitt fýra metur breitt øki skal vera allan vegin rundan um vøllin, og eitt tílíkt krav metir kommunan seg ongantíð fara at kunna lúka.Tí liggur framtíðar loysnin á Kambsdali, meðan so lítlar upphæddir sum gjørligt skulu nýtast til vøllin í Fløtugerði, heldur býráðið. Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur reist spurningin um tað ikki er rættast at byggja eitt nýtt stadion á Kambsdali, í økinum millum skótahúsið og Markná.
Tað heldur býráðið vera eitt so mikið gott hugskot, at pengar longu eru fluttir til hetta stadionprojektið á Kambsdali. Á fíggjarætlanini fyri 2006 eru settar av 2,4 milliónir krónur til upprunaligu ætlanina við vøllin í Fløtugerði, men sum nevnt eru tey 350 sitiplássini mett at kosta umleið eina millión at gera. Tí hevur býráðið samtykt at flyta munin, tvs. 1,4 millión krónur, á bók. Hesin peningur skal seinni nýtast til stadion á Kambsdali.
[05.04.2006 – Jón Brian Hvidtfeldt]