Sámal Petur Petersen, vanliga nevndur gamli Sámal Petur, sendi eina fiskalast til Keypmannahavnar í 1907 og legði nakrar tómar petroliumstunnur ovast í lastina, sum skuldu fyllast.Fiskakeypararnir vildu onki lata fyri lastina, tí petrolium skuldi vera komið at fiskinum.
Sámal Petur legði sak og fór niður at føra hana. Tá ringast stóð til, misti hann hárið eftir einari nátt – og fekk tað ongantíð aftur.Tað vakti ans í Keypmannahavn, tá Sámal Petur Petersen keypmaður í Fuglafirði í marts mánaði gjøgnum ein hægstarættarsækførara sendi løgrættustjóranum í Keypmannahavn kæru um eina danska fyritøku.
Talan var um firmaði A.T. Møller & Co. , sum Sámal Petur legði undir at hava snýtt seg fyri heilar 20.000,- kr. Møller og Co. Vísti hesum aftur og segði, at talan var bert um 20 kr. sum felagið av misgávum hevði kravt ov nógv frá Sámal Peturi. Løgreglustjórin vísti málinum frá sær.
Hevði hann kortini rætt? Kanska var onki í tí, sum Sámal Petur í Fuglafirði førdi fram – hóast alt. 18. mai skrivaði íslendska blaðið Reykjavik, at tað var vanligt, at umboðsmennirnir – ella kommiserarnir – sum føroyskir og íslendskir keypmenn høvdu í Danmark, snýttu teir upp um bæði oyru.
Tað var vanligt, at heilsølurnar sendu út príslistar við føstum prísum, men góu avsláttur fyri vørur, tá teir fingu pngarnar í hondina. Tað var siður hjá hesum tjóvsku umboðsmonnunum, at teir stungu avslátturin í egnan lumma. Harafturat tóku teir prosent frá føroyingum og íslendingum fyri tað arbeiði, teir gjørdu fyri teir, og skyldaði ein føroyskur ella íslendsku keypmaður einum umboðsmanni pengar, so roknaði hann sær eisini rentu av skuldini.
Um t. d. ein íslendskur keypmaður læt ein umboðsmann keypa 50 pund av sjokulátu fyri seg, so fekk umboðsmaðurin 15% í avsláttri, tí hann rindaði pengarnar í hondina, og harafturat tók hann sær 5% í umboðsmannavinningi. Umframt hesi seinastu 5%, sum var rímuligur vinningur hjá honum, nápaði hann hini 15% eisini.
Um nú ein umboðsmaður, sum seldi sild fyri ein keypmann, fekk 28,- kr. fyri tunnuna, so bar tað honum kortini til at senda keypmanninum eina avrokning, sum vísti, at sildin var seld fyri 20,- kr. tunnuna. Somuleiðis kundi umboðsmaðurin skriva, at hann hevði havt sildina á goymslu í 5 til 8 mánaðir, hóast hann seldi sildina beinanvegin, hann
fekk hana. So kravdi hann rentu frá keypmanninum fyri hesar mánaðirnar – og kanska goymsluleigu afturat.
Tað var púra vanligt, at teir donsku umboðsmennirnir bóru seg at á henda hátt mótvegis teimum íslendsku keypmonnunum, skrivaði Reykjavík og helt fram: “Hesin siður er so rótfestur, at øll stættin tykist at leypa upp í loft, roynir onkur keypmaður gjøgnum rættin at átala slíkan atburð.”
Rok í donskum bløðum
Síðani skrivaði Reykjavík, at Sámal Petur Petersen helt handilshúsið A.T. Møller hava nýtt slíka framferð – sum greitt er frá omanfyri – móti sær, og at hann tí meldaði fyritøkuna til politirættin fyri svik.
Nógvir danskir keypmenn – serliga teir, sum sjálvir vóru umboðsmenn – vóru í øðini og kravdu, at kæran ikki varð viðgjørd sum kriminalmál, men at Sámal Petur ì staðin átti at leggja sak móti A. T. Møller í Sjó- og Handilsrættinum, men í hesum rætti sótu sambært blaðnum eisini dómarar, sum sjálvir høvdu starvast sum umboðsmenn.
Tað fyrsta úrslitið av klaguni hjá teimum donsku keypmonnunum var, at nøkur donsk bløð skuldsettu Thor E. Tulinius, sum var ein teirra, ið røktu siglingina til Føroya og Íslands, fyri at hava eggjað Sámal Peturi til at melda. Dómarin vísti klaguni frá Sámal Peturi frá sær, og sakførari hansara Reé hægstarættarsakførari, legði so málið fyri løgmálaráðharran.
Nú fór Thor E. Tulinius í bløðini at verja seg móti skuldsetingunum um, at hann stóð aftan fyri klaguna hjá Sámal Peturi. Hann skrivaði eina grein í Dannebrog, har hann segði, at hann hevði púrt onki við klaguna at gera. Samstundis segði hann seg hava roynt at fáa partarnar at semjast, og at hann í hesum sambandi hevði ásannað:
- At A. T. Møller hevði avroknað fisk, sum hann hevði selt fyri Sámal Petur, fyri nógv lægri prís, enn fiskurin var seldur fyri.
- At rogn, sum var selt sum prima vøra, partvís var avroknað sum sekunda við 10,- kr. lægri fyri tunnuna.
- At fyritøkan, umframt at rokna sær tey avtalaðu 5% í vinningi, hevði
roknað sær vinning av vørum, sum hon hevði keypt fyri Sámal Petur.
Thor E. Tulinius legði ikki fingrarnar ímillum, men endaði greinina soleiðis: “Forøvrigt er der under klagen oplyst også andre forhold af ligeså graverende art, at jeg betænker mig ikke på at stemple A. T. Møller & Co.s forhold i denne sag som mildest talt uhæderligt og opfordrer herved firmaet til ved spørgsmål mod mig at rense sig for denne sigtelse, hvis de tror, de kan.”
Onki sæst til, at A. T. Møller hevur lagt sak móti Thor E. Tulinius.
At enda vann Sámal Petur
Í august mánaði gjørdi ein gerðarrættur í Keypmannahavn úrskurð í sakini millum Sámal Petur í Fuglafirði og A. T. Møller í Keypmannahavn. A. T. Møller varð dømt at gjalda Sámal Peturi 3.500,- kr. við rentum og sakarmálskostnaði. T.
Møller & Co. Í Keypmannahavn og A. T. Møller & Rasmussen í Leith høvdu í skrivi dagsett 28. apríl og 16. juni og Sámal Petur hevði í skrivið dagsett 14. mei. Sagt seg vera til reiðar at ganga undir eina avgerð í hesum málið, men bert úrskurð. Tí fæst ikki at vita, hví hann gav Sámal Peturi rætt. Heilsølumaðurin fekk 250,- kr. í samsýning.
Sámal Petur, sum uprunaliga hevði kravt 20.000 kr., slakaði niður til 4.500 kr., áðrenn málið fór fyri gerðarrættin.
[16.02.2007 – Jóhan Heri Joensen]