Tá umsóknarfreistin var farin vóru komnar inn 194 umsóknir til FHS og HH. 106 umsóknir vóru til FHS, 19 til 3 ára HH og 69 til 2 ára HH.
Hetta er met fyri Handilsskúlan á Kambsdali, hóast samlaða umsøkjaratalið til føroysku miðnámsútbúgvingarnar er lækkandi og virksemið í samfelagnum er nógv, og tað plagar at merkja færri umsóknir.Til ítróttarbreytina komu 14 umsóknir. Hetta er áleið tað sum skúlin metti vera realistiskt.
Allar umsóknirnar verða viðgjørdar í løtuni og 24. apríl er ætlanin at senda øllum umsøkjarum svar um upptøku.
Yvirligt yvir samlaðu umsøkjaratølini 2001 – 2007 kann heintast her.
[23.03.2007 – Jóhan Heri Joensen]