Brandvenjing

Leygarmorgunin hevði brandliðið í Fuglafirði eina av sínum venjingum.

Hesaferð var tað sunnast á nýggja kaiøkinum, har nýggju tungoljutangarnir skulu standa.

Umleið 10 ferðir um árið ger brandliðið í Fuglafirði ymsar bjargingarvenjingar. Hesar venjingar skulu hjálpa til, so hvør
eistakur veit hvat gerast skal táið verðuliga ástendur.

Venjingin hesaferð var at sløkkja eld og staðfesta, hvussu skúm og vatnsløkkjing hátta sær í einum bilbrandi

Tveir gamlir bilar vóru nýttir.

 Øll halda vit okkum vita, at vatn er effektivt at sløkkja við, men hesar royndir vístu, at tað ikki er allur sannleikin.

Tað tók tíð at sløkkja við vatni.

Í bakendanum á brandbilinum eru úttøkini til vatn og skúm.
Skúmsløkkingin verður nú gjørd klár.

Ein av brandmonnunum hevur skúmsløkkjarin í hondunum og sprænir skúm inní, og út yvir bilin.

Tað er ótrúligt so effektivt hettar skúmið er at køva eldin, tað er so avgjørt nógv betri enn vatn.

Her vassa brandmennirnir í skúmi. Teir eru í ferð við at opnað motorhjelmin so vissa hann fáast fyri, at eldurin verðuliga er bastur.

Venjingin er liðug, tíð er nú til fakligt prát og eina eftirmeting áðrenn fari verður til húsa.

Skúmið sum brúkt verður er eitt slag av sápu. Tað er ikki neyðugt at rudda skúmið upp eftir brandsløkkingina. Tað svinnur sjálvt burtur júst sum vanlig sápa.

Sjálvt um flestu teirra vita hvussu fram skal farast og hvat  best er at nýta í eini akuttari støðu, so verður mett, at allir hava gott av støðugari venjing.

 

[25.03.2007 – Jóhan Heri Joensen]