Henda mynd verður skjótt søga.
Kommunan hevur keypt húsini hjá Óla Johannesen.
Ætlanin er at ríva húsini niður so økið verður eitt fríøkið. Her er eisini ætlanin, at standmyndin av Victor Danielsen skal standa.
Ofta hava vit lyndi til at finnast at teimum avgerum sum tiknar verða í kommununi, (til tíðir eisini av røttum), men onkuntíð eru tær skilagóðar. Ein av hesum er keypið av ognini hjá Óla Johannesen. Hettar eru væl útgivnir pengar.
Grøni bletturin við standmyndini verður ein vøkur heilsan til tey vitjandi.
Um stutta tíð er henda mynd søga.
[12.05.2007 – Jóhan Heri Joensen]