Stuttleikaveiða

Eitt gott summarkvøld við tráðu í hond í bátahylinum.

Ein mynd sum henda kann vekja minnir um hugnaligar løtur við sjóvarstrond, ella damlandi í einum báti á fjørinum

Ofta samlast unglingar her við Mentanarhúsið. Stuttligt er ein góðveðursdag at standa við tráðu og fáa onkran fiskin.

Ein av trúgvu veiðumonnunum hevur her fingið á. Hettar kvøldið høvdu dreingirnir fingið fleiri reyðfiskar.

Hjá Tóriki er hettar bert ein hugnaløta, okkurt síl býtur eisini á hjá honum. Sjálvur hevur Tórik verðuliga biti á, stuttleikaveiða er hansara stóri áhugi.

 

[16.06.2007 – Jóhan Heri Joensen]