Í hesum døgum eru 19 ung fólk úr 13 londum savnað á legu í skótahúsinum á Kambsdali. Talan er um eina altjóða ungdómslegu, sum Lions Club skipar fyri.
Luttakararnir eru í aldrinum 17-25 ár og koma úr Mexiko, Kanada, Turkalandi, Estlandi, Litava, Ukraina, Italia, Spania, Hollandi, Ísrael og Danmark.
Ein føroyingur luttekur.Í ár er tað Lions Club í Eysturoy, sum stendur fyri tiltakinum, men aðrir Lions felagsskapir í Føroyum hjálpa eisini til. Útlendsku gestirnir komu til Føroya leygardagin fyri viku síðani. Fyrstu vikuna búðu teir hjá føroyskum familjum í Eysturoynni, og síðani leygardagin hevur skótahúsið á Kambsdali verið karmur um leguna. Eisini hava tey havt høvið at ferðast kring oyggjarnar,har ymiskar útferðir hava verið gjørdar.
Legan heldur fram til tann 21. juli, tá útlendsku gestirnir fara avstað aftur.
[09.07.2007 – Jóhan Heri Joensen]