Sjálvsognarstovnurin ALV hevur keypt Kommunufjósið. Um eitt ár skal hesin vera arbeiðspláss hjá 25 fólkum við skerdum arbeiðsførleika.
Alv hevur leingi havt ynski um at skapa nýggja vinnufyri fólk við skerdum arbeiðsførleika og hetta sær út til at fara at eydnast, sigur stovnurin í týðindaskrivi.
Um eitt ár skal eitt framleiðsluvirkið standa klárt á Kambsdali. Hetta virki skal eftir ætlan skapa 25 arbeiðspláss til fólk úr Norðoyggjum, Eysturoy og nakað av Streymoy.
Høvuðsvirksemi á virkinum verður ein endurnýtsluhøll, sum fer at umvæla gamlar møblar og lutir, sum skulu seljast, men eftir ætlan skal virkið eisini framleiða ymsar lutir.
Framleiðsluvirki verður eitt arbeiðspláss fyri fólk, ið hava fingið tillutað hálva ella fulla pensión.
Ein partur av Føroya fólki, sum vanliga ikki er so sjónligur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men sum gjøgnum mennandi tilboð kann geva sína arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin og hervið eisini verða við til at geva vinnulívinum í Føroyum størri og fjølbroyttari arbeiðsmegi,
boðar Alv frá.
Alv fer í næstum at gera bygningin virksemiskláran og miðja verður móti at byrja nýggja framleiðsluvirki um eitt ár.
[09.07.2007 – Jóhan Heri Joensen]