Listaframsýning

Helgi Midjord hevur listaframsýning í Ribarhúsi í juli mánaða. Listaframsýningin opnaði leygardagin 21. juli við eini hugnaligari samkomu. Lylli og Niels tulkaðu Evert Taube á føroyskum. Flestu av vísunum hevur Niels føroyskað.

Listamaðurin  sang sjálvur fleiri vísur á sín sermerkta hátt. Tónleikasamansetingin við hesum trimum hepnaðist serstaka væl. Nógv fólk var samankomið hesa løtuna, sjálvt um sólin bakaði uttandura. Ein hugnalig løta sum vardi í hálvan annan tíma.

Helgi  Midjord er fuglfirðingur, er 32 ára gamal. Hevur luttikið á fleiri Varmakelduframsýningum, og á framsýningum hjá Lions í Runavík og í Havn.

Helgi hevði egnar framsýningar:
Í Ribarhúsi í juni 2004 og í september 2006
Í Smiðjuni í Lítluvík í apríl 2005 og í februar 2007
Á Føroya Tele januar-februar 2006
Á Hotel Hafnia í  januar-mars 2006
Í Leikalund í august 2006

Vøkru myndarondina, sum víst verður her niðanfyri, við framskornum høggmyndum, hevur Helgi tilevnað. Henda myndarond hongur yvir vindeygunum inni í Mentanarhúsinum.

[22.07.2007 – Jóhan Heri Joensen]