Onkuntíð fáa vit gamlar myndir frá lesarum, og vit halda eisini, at tað kann verða hugaligt viðhvørt at droyma aftur til gamlar dagar.
Hendan myndin er frá tíðini táið litmyndirnar gingu í barnaskóm. Tað var ikki ein og hvør sum tók litmyndir, og prísurin var eisini himmalhøgur.
Í Fuglafirði høvdu vit ein sjálvlærdan fotograf, Kristian Hansen.
Kristian tók nógvar sera góðar myndir, og við teimum varðveitti hann ein part av søguni her í býnum. Kristian hevði eisini góð listarlig evnir, sum á hesi myndini, har hann við pensli hevur litlagt myndirnar. Jú eg veit, at vit í okkara tøkniligu tíð kunnu siga at sumt kundu vit gjørt betri, men vit eiga eisini at hava í huga – møguleikarnar tá og í dag. Bøur og
hagi er framúr gott arbeiði. Myndirnar sjálvar eru sannir dýrgripir.
Vit vita, at nógvar góðar myndir liggja í mongum myndasøvnum runt í býnum, og eisini aðrastaðni í verðini.
Tær myndir sum sendar verða til okkara, verða við gleði móttiknar, og lagdar í myndasavnið, við ávísing til eigara, um tað ynskist.
Tað kundi verið hugaligt at havt eitt myndasavn, sum vit nýttu í felag.
Tíverri eru tað ikki allir eftirkomarar sum virðismeta gomlu myndirnar nóg høgt, og tí fara alt ov nógvar fyri skeyti, sum tíðin líður. Í okkara myndasavni bjóða vit okkum til at goyma hesar dýrgripir við navnið á verðuliga eigaranum tilskilað.
[19.08.2007 – Jóhan Heri Joensen]