Konsert við Johan Hentze, trompet og Christopher Baxter, klaververður í Mentanarhúsinum Hósdagin 8. november kl. 19:30
Johan byrjaði 9-ára gamal at leika á trompet í Musikkskúlanum. Hann hevur nomið sær útbúgving á Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow.
Lærarar hansara hava verið Nigel Boddice, Iain Muirhead og John Gracie. Hann hevur lokið undergraduate-prógv og er júst nú í ferð við at taka solist-prógv hjá Peter Franks.
Umframt lesnaðin hevur Johan luttikið á master-classes við m.a. John Wallace, Håkan Hardenberger og Ole Edvard Antonsen.
Johan er virkin bæði í Skotlandi og í Føroyum. Umframt at leika regluliga við Føroya Symfoniorkestri, so gjørdist hann fastur limur í úrmælingabólkinum Aldubáruni fyrr í ár.
Johan Hentze vann eisini Royal Scottish National Orchestra Apprenticeship Scheme.
Við sær at framføra á Føroyaferðini, hevur Johan fingið klaverleikaran Christopher Baxter, ið hevur lisið saman við Johan í Glasgow.