Jarðarkeyp í 2000

Eg havi nú fingið til vega røttu upplýsningarnar um keypið av ognunum í 2000.

Ofta hava atfinningar verið um hettar keyp, men her verða so røttu tølini almannakunngjørd.

Í  svarskrivinum frá borgmeistaranum verður dømi tikið fram um kostnaðarmikla keypið av einum bygningi, tá ið eg sat í býráðnum. Fleiri av teimum upplýsningunum, tú kemur við, eru ikki samsvarandi veruleikanum, tí loyvi eg mær her at rætta uppá teir.

Keyp samb. tinglýsing

Matr. nr. 709     Neyst 35 fermetrar                                                                      40.000,- kr.
Matr. nr. 708     Neyst og dráttur 73 fermetrar                                                 200.000,- kr.
Matr. nr. 708     Handilsbygningur (2.hædd) 73 fermetrar181 fermetrar    700.000,- kr.
Íalt                                                                                                                              940.000,- kr.

Bygningurin  var á 2 matriklum og í 2 hæddum og tískil ikki 70 fermetrar, men 181 fermetrar og keyptur fyri 940.000,- og ikki 1,1 mill. Her er kunningin tískil ikki til at líta á.Tað má sigast at vera óseriøst at taka burturbeiningina við í tí eina døminum og ikki í hinum. Tinglýsingin er ikki tikin við, tí eg haldi eisini tað er óseriøst bert at taka tann kostnaðin við í tí eina førinum Keypsprísurin var tað sum ein nýggjur bygningur varð mettur til at kosta í 2000.

Eg  undrist yvir, at fólk framhaldandi meina, at ein nýggjur vinnubygningur á 181 fermetrar í árinum 2000 kundi byggjast fyri minni enn 940.000,-  kr.

Seljarin hevði onga ætlan um at gevast við virksemi sínum, men vildi byggja nýtt.

Avtala  varð eisini gjørd við seljaran um, at hann skuldi fáa til keyps burturav matr. nr. 336, ið liggur oman fyri vegin við Rættarbúðina – norðan fyri húsini hjá Bergfríði Leiti. Sum øll jú vita, so bleiv henda bygging steðgað av bygdafólki.
Avtalaða byggiloyvið bleiv tí ikki veruleiki, og seljarin varð noyddur at sleppa ætlan síni at byggja nýggj handilshøli.

Tá ið seljarin ikki fekk loyvi at byggja, so er ikki meira enn rætt og rímuligt at mótrokna virðið á mistu vinnufyritøkunum.
Eisini eigur leigupeningurin, sum kommunan fekk frá seljara í 2 ár, at takast við.

Metingin av mistum vinnuvirkið er sera lágt sett.

Handilsvirksemi                  500.000,- kr.
Sleipistøð                              100.000,- kr.
Húsaleiga í 2 árÍalt                45.000,- kr.
645.000,- kr.

Veruligi søluprísurin fyri fermeturin verður við hesum roknistykki 1.600,- kr. og ikki 37.000,- kr.

Her er sanniliga talan um villleiðandi kunning.

At  seljarin fekk loyvi til at taka alt brúkiligt tilfar út úr bygninginum, varð ikki avtalað í keypinum. Hesa avtalu gjørdi eftirfylgjandi borgmeistarin Sigurd Simonsen við seljaran, avtalan kom ongantíð á býráðsborð.

Henda avtala er tí skeiv at leggja á herðarnar á tí býráði, sum skrivaði undir sjálvan keypssáttmálan

At  taka prísin fyri niðurríving við í hesum føri og ikki tá ið hugsað verður um ognina hjá Borg, har bygningurin og ein 100 ára gomul skirvislig bryggja so sanniliga ikki kunnu takast burtur uttan kostnað, er enn eitt dømi um óseriøsa kunning og er beinleiðis at reingja sannleikan.Eg haldi ikki, at vit beinleiðis kunnu samanbera hesi bæði keypini.

Bygningurin, sum varð keyptur í 2000, varð ein fult virkandi vinnubygningur, sum seljarin í fyrsta umfari ikki var sinnaður at selja, men grundað á ein hurlivasa, sum varð uppstaðin millum eigara og kommunu, har limur í teknisku nevnd hevði brúkt heimildir, hann ikki hevði rætt til. (Tað var so sanniliga ikki bert seljarin, sum hevði skuldina.) Tí avgjørdi býráðið at keypa bygningin fyri áðurnevndu upphædd.

Sjálvskapti trupulleikin bleiv ruddaður av borðinum, men eg gevi tær rætt, tað kostaði, – kleyvarskapur kostar sum oftast. Her var talan um trupulleikar, sum Fuglafjarðar kommuna sjálv hevði skapt.

Hetta  keypið varð tað, sum setti ferð í fríðkanina av sandinum. Tað eri eg eisini stoltur av, men eg vildi ynskt, at enn meira varð gjørt við hetta mál.

Her skal havast í huga, at vit keyptu ikki bert hesar fermetrarnar, men eisini eina fyritøku í ovaru hædd, og eina væl
virkandi sleipistøð til smábátar í kjallarahædd.

Frá Borg verður  keypt, tí teir høvdu avgjørt at seta seym í hurðina og skuldu gevast í Fuglafirði. Eftir prísinum at døma, so kom tað væl við hjá Fuglafjarðar kommunu, at enn ein fyritøka gavst.

Tú sigur, at jarðarprísurin er trýfaldaður, so má tað vist eisini vera galdandi, tá ið kommunan selur. Í  fyrsta skrivinum um gull-Borgina ynskti eg eisini at fáa at vita, hvussu nógv kommunan hevur selt eitt grundstykki fyri í sama økið.

Men her kom einki svar uppá tað. Tí vil eg seta spurningin eina ferð enn:

Eg spyrji nú um 2 grundøkir í sama øki (grannaøkið hjá fyrrverandi Borg) sum seld eru til sama persón í hesi býðráðssetuni. Hvussu nógvir fermetrar var hvørt økið, og hvønn prís blivu tey seld fyri?

NB:

Atfinnandi skrivingin í seinastuni um kommunalar íløgur eru skrivaðar sum eitt mótmæli til hvussu kommunan:
1: prioriterar
2: pjøssar Gamla skúla, og
3: niðurskotnu langtíðarætlanina, sum løgd varð fyri Fuglafjarðar skúla
[02.06.2008 – Jóhan Heri Joensen]