Á parkeringsplássinum í miðbýnum varð í dag ein sonn innrás av húsvognum.Fremmandagestirnir hugnaðu sær á økinum í milda veðrinum.Gott pláss er til húsvognarnar, økið er sum skapt til endamálið.
Húsvognarnir sum steðgað á í Fuglafirði eru 22 í tali og koma ymsastaðni úr Frankaríkið. Tey eru í einum feralagið sum skal víðari til Ísland, har tey fara at ferast runt landið í 4 vikur. Við í ferðalagnum eru 2 leiðarar.Ferðaskrivstovan sum skipar fyri hesum túri hevur eisini bólkar aðrastaðni – eitt nú í Canada, Suðurafrika og ymsastaðni í Europa. Í løtuni eru 12 bólkar úti og ferast og við hvørjum bólki eru 2 ferðaleiðarar.Ferðin er skipað soleiðis, at bilarnir um dagin koyra frítt teirra egnu leið, men um náttina samlast tey á einum felags plássið, sum avtala er gjørd um framanundan.
Um dagin fyri seg sjálvan, og ikki altíð bundin av ferðalagnum – um kvøldarnar á einum felags økið, har tosað verður um upplivingar – og tíð er til felags hugnað.Sum tey greiddu frá so er hettar ein góður máti at ferast uppá.
[01.08.2006 – Jóhan Heri Joensen]