Eitt býtisbarn er eitt barn, sum verður uppfostrað í skeivum umhvørvi.Tað er mangt sum bendir á, at Fuglafjarðar skúli ongan góðan eigur. Hugsa tær, at undirvísa í stovuni undir hesum gólvi, meðan eini 25 børn larma í stovuni uppiyvir.
Fuglafjarðar kommuna hevur ikki betri at bjóða barnaskúlanum í 2008.
Nú eru handverkararnir farnir undir at sminka lasafarið Gamla skúla. Tað er beinleiðis syrgiligt, at polittisku hugsjónirnar skulu ríða so niðarlaga.
Tað er ikki rætt at seta mál upp ímóti hvørjum øðrum, og tað er heldur ikki meiningin við hesum skrivi, men um málið veruliga skal lýsast, so eri eg tó noyddur at gera samanberingar.Barnagarður og barnaansing annars er neyðugt í nútíðarsamfelagnum, og tær íløgur sum eru og verða gjørdar, skal eg ikki finnast at, bert fegnast um. Neyðugu íløgurnar í barnaansingina hjálpa ikki upp á skúlan og kunnu heldur ikki nýtast sum undanførsla fyri tí gloymda skúlanum
Samanbering:
Barnatal umleið | Áramál | Nýíløgur | |
Barnaansing | 150 børn | 20 ár | 40 milliónir |
Skúlin | 400 børn | 50 ár | 15 milliónir. |
Kunnu vit siga annað enn, at skúlin er eitt býtisbarn?
Einaferð varð hetta eitt berandi undirslag. Stórur møguleiki er, at soleiðis síggja onnur undirsløg út, tí skúlin hevur í áravís likið sum ein síla
Týðulig merkir sum siga frá hvørjum standi bygningurin er í.
Framtíðarætlanin hjá Fuglafjarðar skúla er hervið stungin út í kortið. Skúlin hevur fyrr fingið bjóðað spannir at seta undir lekan. Tað er óivað tann loysnin sum brúkast skal til lekarnar í takinum. Gamli skúli er blástemplaður og kemur at hanga sum haft um beinini fleiri ár fram í tíðina.
Jú, barnaskúlin kann saktans siga seg hava fingið tak yvir høvdið, men so er eisini alt sagt.
[10.06.2008 – Jóhan Heri Joensen]