Ásvør fekk heilsan frá drotningini
Skírisdag eru liðin 50 ár síðani Ásvør Thomsen byrjaði sum læraravikarur í Fuglafjarða Skúla. Í tí sambandi varð skipað fyri samkomu í skúlanum síðsta fríggjadag.
Á samkomuni fekk Ásvør minnisgávu frá Súna í Hjøllum, skúlastjóra, ið eisini helt røðu, har hann takkaði henni fyri drúgva og
trúgva tænastu.
Frá býráðnum fekk Ásvør Thomsen handað ein málning, og harumframt fekk hon blómur frá næminunum í skúlanum.
Heilsan frá
drotningini
Ein serlig heilsan var eisini komin frá Margrethu drotning, og hon varð borin víðari av Una Næs, formanni í skúlastýrinum.
Uni handaði Ásvør “Fortjenestemedalje úr silvur”, ein sømdargáva frá drotningini fyri trúgva tænastu.
Á samkomuni í skúlanum nýttu fleiri høvið at siga nøkur orð og takka Ásvør fyri tað stóra arbeiði, ið hon hevur gjørt fyri Fuglafjarða Skúla øll hesi mongu árini.
Til staðar vóru starvsfólkini í skúlanum, skúlastýrislimir, umboð fyri býráðið og umboð fyri næmingaráðið.
[09.04.2006 – Jón Brian Hvidtfeldt]