Í dag, 23. juli, byrja hundadagarnir og vara teir til 23. august.
Sagt verður, at so sum fyrsti hundadagur verður til veður, soleiðis verða allir hundadagarnir. Um hettar verðuliga er so, kunnu vit sjálvi hava okkara meiningar um.
Rómverjar nevndu hundadagarnar “dies caniculares” og vísti aftur til grikkar, sum søgdu, at summarhitin er tengdur at stjørnuni Sirius, ið vísir seg á morgunhimmalinum á hesum degi. Heitastu dagar í árinum vóru í hesum tíðarbilinum.
Sirius er klárasta stjørnan í stjørnuhópinum, sum á latínskum málið eitur Canicula, og hevur verið umsett til Stórihundur.
Latínska heitið “dies caniculares” merkir bókstaviliga hundadagar.
Hundadagarnir verða eisini tengdir at dananum Jørgen Jørgensen, sum stjørnaði Íslandi (fyri 99 árum síðani) frá 25. juni til 22. august í 1809. Íslendingar kallaðu hann Jørund hundadagakong.
Jørundur hundadagakongur
Ísland var so illa vart undir Napoleonskríggjunum, at ein tilvildarligur dani í bretskum krígsfangaskapi kundi taka landið og lýsa tað leyst og frælst at vera.Hundadagamenn í Íslandi komu eisini til Føroya. Ovastin fyri verjuliðnum hjá Jørundi,
Jón Guðmundsson Effersøe, búsettist her. Hann var ættfaðir hjá øllum Effersøum í Føroyum.
Bæði føroyingar og íslendingar liðu neyð í hesum tíðarskeiðnum, tí sambandið við umheimin var mestsum avkvett og kaparar gjørdu sær dælt við at ræna.
[22.07.2008 – Jóhan Heri Joensen]