Sjóseting


Mangt er, sum summargestirnir vilja uppliva og síggja, onkrir eru eisini teir sum vilja nýta tíðina á annan hátt.

Jesper,  sum í nøkur ár var búsitandi í Fuglafirði, hevur brúkt part av feriuni til at gera sær og synunum eina fitta jollu, sum sjósett varð í dag.

Táið  ferian á hesum sinni er av, kemur jollan at bíða eftir teimum, til næstu ferð leiðin gongur heim aftur til ommu og abba at ferast.

Eg  helt, at onnur eisini skuldu fáa høvi til at síggja henda fitta bát, sum Jesper hevur bygt sær og synunum, nú teir eru heima aftur og vitja ommu og abba. Jesper arbeiddi í Fuglafirði í nøkur ár. Í dag búgva Jesper, Maria og synirnir í Esbjerg.

Henda lítla jolla minnir sera nógv um tær jollur, sum vit sum smádreingir plagdu at rógva í. Vit kallaðu teir Grísar. Henda jolla er tó væl tryggari, og berievnið er munandi betri.


Fyrimyndin er úr blaðnum Gør det selv Nr. 5 1999 . Tekning fæst á heimasíðuni hjá blaðnum. Jollan verður nevnd: Olsen jolle.
Á  upprunatekningini var bert ein bekkur, men Jesper valdi at gera trýggjar og fylla teir við skúm, soleiðis, at jollan kann flóta væl sjálvt um hon fyllist við sjógvi.

Tilfar til jolluna: 3 stk. 6mm finerplátir – 3 fermetur av glasfipurdúki – 3 kg. Epoxy + rustfríðar skrúur.
Prísur fyri tilfar varð knappar 2.000,- kr.
Amboð: Stiksag – Pussimaskina – Yvirfresari – Skrúimaskina

Framferðarhátturin við samansetingini av bátinum er  tann sonevndi Stitch and glue . Hesin háttur verður nógv brúktur til bátasmíð. Um henda arbeiðshátt kann lesast á alnótini – leita á Google undir Stitch and glue. Í verðuleikanum er báturin við serligum teknikki límaður saman.


Sum verðuligir víkingar eru feðgarnir klárir at leggja til brots.


Báturin hevur fingið navnið Mia og er sjósettur.


Áskoðarar vóru eisini við niðri í fjøruni.


Klárt er at leggja frá landi. Fyrsta havn er ósin inni á Fuglfjarðarsandi.


Inni á sandinum verður manningin skift, genturnar sleppa eisini at royna sjólívið.


Á vakra sandinum er útgrunt og eitt gott spælipláss í góðveðrið.

Abbi og Nora eru eisini farnir at vassa.


Tveir stoltir synir sum hava nógv at fortelja javnaldrum sínum í Esbjerg.

[28.07.2008 – Jóhan Heri Joensen]