Stutt fyri middag kom Kypriotiska skipið Forline 1 illa fyri á Fuglafirði. Skipið skuldi leggja at, men tað vildi so illa við, at tað rendi á kajuna, hol kom á bulb stevnið, og skipið rak inn móti grótkastinum.
Skipið er 104 metrar langt. Tað vað ikki nógvur vindur táið skipið kom móti bryggjuni, men nú seinnapartin hevur hann vaksið vindin.
Tað er fjarðandi sjógvur, so tíðin fer at ganga undan.
Klokkan er nú 16.00 og enn hevur ikki eydnast at fáa skipið av aftur. Ætlandi skal sleipibáturin Goliat royna at fáa skipið leyst aftur. Eisini eru ætlanir um at Næraberg, sum liggur á Fuglafirði skal hjálpa til.
Hol er komið á bulbustevnið, táið skipið rendi inn í bryggjuna, men annars verður ikki hildið, at tað hevur fingið nakran serligan skaða.
Óhugsandi er ikki, at okkurt er komið upp á skipssíðuna, sum vendir inn ímóti grótkastinum, men higartil hevur eingin olja verið at sæð á sjónum.
Tit kunnu fylgja við hvussu leikur fer á myndatólunum her á síðuni
Her roynir Pilot at toga skipið út frá áðrenn tað er komið heilt inn ímóti.
Pilot megnaði tó ikki uppgávuna, tovkraftin var alt ov lítil
Skipið datt tí inn móti grótkastinum
Hol kom á stevnið eftir harða stoytin við kajuna.
Tað regnaði illa, men veðrið var annars nøkunlunda gott
Nógv hjálp kom skjótt á staðið.
Ov nær landi varð hann, – men pláss er tó ikki fyri honum inni í bátahylinum.
[23.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]