Í vetur skipar felagið fyri fleiri tiltøkum, og fyrsta av hesum verður nú leygardagin 30. august á Kambsdali, tá fimleikadagur er á skránni. Á hesum degnum ber eisini til hjá fimleikarum at tekna seg til venjingarnar í vetur.
Seinni í vetur verður Flog sjálvandi partur av fimleikafagnaðinum, har evnið hesaferð er »mótsetningar«. Flog
telur í dag 16 lið, og er samlaða talið av íðkandi um tey 180.
[28.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]