Eldrarøkt

Á býráðsfundinum 04 september verður djúpi tallerkurin enn einaferð uppfunnin. Nú skal bólkur setast at kanna málið, um kommunan skal byggja ellisheim ella eldrasambýli.Signar á Brúnni var tó so mikið at sær komin, at hann helt, at eitt so stórt mál eigur eitt komandi býráð at taka sær av.

Sitandi býráð hevur havt 4 ár til hettar, og so dyggiliga misrøkt uppgávu sína .

Byráðið  sum sat fyri 8 árum síðani samtykti  at hækkað skattaálíkningina við 1%, grundgevingin varð eisini tíðuliga lýst fyri borgarunum.Allur peningur sum kom inn frá hesi skattahækking skuldi setast av til byggjan av einum ellisheimið.

Táið  núsitandi býráð tók við, varð eitt tað fyrsta teir gjørdu: at steðgað avsetingini til ellisheimið, men skattaprosentið bleiv ikki lækkað.

Borgarin var so grundiga reyvrendur, av somu persónum, sum 4ár frammanundan høvdu grundgivið fyri eini skattahækking.

Táið avsetingin varð steðgað, stóðu 8 milliónir á bók, ætlaðar til byggjan av ellisheimið. Sitandi býráð hevur eisini brúkt umleið 700.000,- kr av hesi upphædd til beinleiðis rakstur. Til uppsetan av sólorkuskipan o.a. Tað varð ikki tað hann varð ætlaður til. Her er einki ólógligt gjørt, men tað er eitt sum eitur arbeiðsmoralur.

Um  hildið varð áfram við avsetingini, varð upphæddin komin uppá einar 16 milliónir við endan av hesi býráðssetuni, men polittiski hugburðurin varð heldur at vippa hesar milliónir á 30 metra dýpi.

Vit kundu í  dag fari undir at bygt ellisheim við ongum stuðli, og fingið lyft ansingartrupuleikan uppá eitt meira virðiligt støðið. Stuðulin skuldi nokk komið táið trupuleikin er loystur. ella vit kundu tá grundgivið, fyri mynduleikunum, við øðrum orðum:

Vit hava nú góð hølir at bjóða fram, nýti tey til tann tørv sum er í umráðnum, og gjald okkum tann stuðul vit hava rætt til.

Var  tað ikki júst hesin arbeiðsháttur sum nýttur varð táið vit her í Fuglafirði, í ringastu krepputíð,  bygdu fyrsta eldrasambýlið í landinum? Samstundis sum skuldin varð nógv niðurgoldin. Í hesi býráðssetuni er skuldin vaksin – einki er bygt. Bert føgur orð um ætlanir at byggja.

Eldrasambýlið varð bygt við heilt øðrum endamálið enn tað, tað í dag verður nýtt til. Í  dag verður sambýlið nýtt sum eitt verðuligt ellisheim, tað er ikki nóg virðiligt. At eldri fólk við ansingartørvi, eisini noyðast úr býnum fyri at verða ansaði, er ikki nøktandi.

Atfinningin er ikki ætlað starvsfólkunum, sum gera eitt framúr gott arbeiði, men bert polittikarunum,  sum loypa frá givnum lyftum.

Tað er ikki nokk við einum hugskotsbólki!

Um tit verðuliga meina nakað við hesum, so er aftur at seta upphæddina frá tí eina skattaprosentinum av til ellisheim.

NB:

Tað vóru tey flest av tykkum, sum lovaðu skattaborgaranum nakað, sum tit ikki hava hildið.

 

[10.09.2008 – Jóhan Heri Joensen]