Í dag er heystjavndøgur.
Summarið er farið at halla, fuglurin er farin at leita sær til onnur lond ella til havs. Summir flúgva langt meðan aðrir bert fara stutta leið.
Í myndasavninum kom eg fram á hesa myndina, og helt at onnur eisini skuldu fáa gleði av teimum upplýsningum, sum eg fekk á hesum framúr góða túri úti í Tindhólmi í fjør summar.
Táið vit vóru komin fram á hettar runudíkið, greiddi ferðaleiðarin frá, hví so nógv fuglatvass var her.
Her er tað at ritan svansar ymiskt tilfar í runu, fyri síðani at nýta tað sum reiðurtilfar. Væl og virðiliga verður runa blanda uppí, táið tað so er tornað í reiðrinum, verður tað so haldgott, at tað sigst, at bjargamaður kann nýta reiðrið at traðkað á.
Í bjørgunum við Tindhólm er fitt av Ritu, sum her kunnu brúka blandimaskinuna frá náttúrunar hond.
[23.09.2008 – Jóhan Heri Joensen]