Eftir “stuttan steðg” eru nú vit aftur.
Fólk hava verið í feriu, ella verið upptikin av ymiskum. Tí hevur portalurin verið heldur lítið uppdateraður í seinastuni.
Vit sendu eitt skriv út, har vit bóðu fólk um at senda myndir inn til okkara. Hetta skriv hjálpti, og fleiri nýttu høvið at senda inn myndir. Hetta er vit sera fegin um.Men vit kunna tíverri ikki siga at áhugin er stórur annars at senda inn tilfar.Í dag vitja nógv fólk portalin, talið er støðugt vaksið. Serliga eru tað útisetar ið vitja nógv. Sjálvandi er Føroyar nr. 1, Danmark nr 2, Ísland nr. 3 og síðani koma Ongland, Noreg og Svøríki.
Hevur tú okkurt liggjandi, hevur tú hug at senda inn eitt skriv, ella hevur tú hug til at vera við til at menna portalin, so skriva til [email protected]