Vit fáa javnan e-postar frá fólki, serliga útisetum, ið kundu ynskt at fingið ymisk “økir” løgd inná portalin og fingið meira at vita um Fuglafjørð.Vit noyðast tíverri at geva teimum svarið, at vit tíverri hvørki hava orku ella pening til at fáa teirra ynskir gingin á møti. Einaferð sendu vit eitt skriv út til allar fyritøkur og stovnar í Fuglafirði, um at veita ein stuðul til portalin.
Send vóru uml. 60 brøv. Av hesum 60 komu BERT 2 svar aftur, bæði vóru noktandi .Eitt frá Fuglafjarðar kommunu, har svarið frá:
Dánjali Vang, Jann Toftegaard og Signar á Brúnni vegna Mentamálanevndina
var eitt “bums-nei” uttan at geva eina nærri forkláring uppá, hví teir søgdu nei. Hitt svarið, var eitt væl útgreinað svar frá Timburhandlinum á Kambsdali, har teir greiddu frá, at teir tíverri ikki høvdu sett pening av til prosjektið í ár.