Hóskvøldið 9. oktober kl. 20 er konsert í Fuglafjarðar kirkju við Moniku Stauss Joensen á violin og Fionu Bechmann á flygil.
Á skránni er tónleikur av Mozart, Mendelssohn, Grieg og Hubay.
Monika Stauss Joensen hevur verið rættiliga virkin og hevur verið eitt kent navn í føroyskum tónleiki. Fiona Bechmann (Fiona Clark) hevur hinvegin ikki verið so nógv umrødd seinastu árini. Tó er hon ikki ókend um okkara leiðir; Fiona Bechmann arbeiddi sum lærari á Føroya Musikkskúla í árunum 1986-1996. Hon spældi við Føroya Symfoniorkestri og gjørdi eitt nú útvarpssendingar um tónleik.
Aftaná konsertina hóskvøldið verður ein kaffimunnur at fáa.
[07.10.2008 – Jóhan Heri Joensen]