Byrjar kvinnulistin við at dekka yvir ólýkindir?

Trupult er at verða bróður til ein sum uppstillaður er.

Egnar meiningar hevur tú ikki loyvi til at hava!!!!!!

Lat okkum fyrst sláa tað fast, at eg, Jóhan Heri Joensen einki havi við lista D at  gera í løtuni.

3 eru innvald, og tað er frá nú av teirra uppgáva at taka sær av teimum áhugamálum sum vit í felag settu út í kortið.

Hesi heimasíðu havi eg ábyrgd av, men hon hevur einki við lista D at gera.

Undan valinum fingu vit eina grein sendandi frá Jan á Horni um óreglusemi,og skjalafalsan, í Fuglafjarðar kommunu.

Vit løgdu greinina  út, men stutt eftir loysti fyrisitingin hjá Fuglafjarðar kommunu frá posabandinum og lovaði : Brand og bál. Hóttanin gjørdi, at eg, frá listanum -og greinskrivaranum sjálvum, fekk boð um at taka greinina av aftur. Hon kundi møguliga ávirka valúrslitið.

Táið valið var av, royndu vit aftur, at leggja greinina út.

Nú varð tað Kvinnulistin sum ikki kundi liva við, at beiggi til ein av teimum sum uppstillaður varð, hevði egna meining.
Tær kravdu, at greinin varð tikin av síðuni fyri at tær yvirhøvur kundu tosað við lista D.
Eg havi gjørt eftir kravboðum. Hesi kravboð havi eg fingið umvegis greinskrivaran sjálvan.
Hann ynskti at skrivið varð tikið av aftur.
Kvinnulistin hevur við hesum kravboðum skert talufrælsið.

Eg spyrji bara.

Er ikki møguligt hjá einum bróður hjá einum sum uppstillaður er, at hava egnar meiningar????

Vil Kvinnulistin verja ólíkindir sum eru farin fram í farna skeiðið?

Hettar boðar ikki frá góðum.
At krav skal koma frá kvinnulistanum, um at taka hesa borgaraligu meining av síðuni, áðrenn tær kunnu setast við samráðingarborðið, er sera ódámligt.
NB:
Avtøka av skrivinum er í samráð við greiskrivaran.
Skrivifrælsið er ikki skert frá okkara síðu.
Men eru kravboð frá Kvinnulistanum