Fríggjadagin, 28. nov. kom út bókin, sum Lillian í Lambanum hevur skrivað um fyrra mann sín Kára Johannesen.
Bókin Hugur og Hegni verður givin út sum eitt minnisrit um Kára Johannesen, nú 30 ár eru liðin síðani hann byrjaði virki, sum í dag eitur KJ Hydraulik.
Fyri 30 árum síðani stovnaði Kári Johannesen egið virki í Fuglafirði. Hann byrjaði sum einsamallur maður jarnsmiðju í kjallaranum í húsum sínum úti á land. Virki er síðani tá vaksið, og telist í dag millum tey stóru í Føroyum. Fyriuttan alt vanligt jarnarbeiði, so søkti Kári sær serkunnleika við at innstallerað og viðlíkahalda hátrýsts spøl og kranar.
Virki hevur í hesi 30 árini ment seg, frá eini einmanns kjallarafyritøku, til eitt nýmótans virki við umleið 55 ársverkum.
Á Kambsdali húsast KJ Hydraulik í dag í tveimum bygningum, og leiga sær hølir til størru eykalutirnar. Í samband við byggingina av tvíkiljum leiga teir hølir í Klaksvík frá Sp/F Skarðhamar.
KJ Hydraulik Tórshavn er í Mykinesgøtu. Eisini eigur Kj Hydraulik Norð Trukk í Tórshavn.
Lillian hevur í hesi bók hegnisliga skrivað um Kára – lýst hann sum mann, pápa, arbeiðsmann og íverksetara. Hon hevur eisini leita sær hjálp frá teimum, sum Kári hevði tætt samband við í arbeiði sínum.
Lívið hjá Kára er væl lýst, frá tí hann sum smádrongur spældi í Gjógvarátúni, til hann bert 52 ára gamal 27.august 2001 legði árarnar inn.
Samstundis sum lívið hjá Kára er væl lýst, so er tað eisini galdandi fyri KJ Hydraulik.
Kári doyði ungur, men hansara lutur lá ikki eftir. Hann hevði í stutta lívið sínum megnað sum íverksetari, frá ongum at uppbyggja eina av stóru fyritøkunum her á landi.
Um Kára kunnu vit við røttum syngja:………”teir bygdu hetta land”.
Bergur Johannesen, sonur Kára og Lillian, avdúkaði ein málning sum Heðin Kambsdal hevði málað til høvið.
Á málninginum hevur Kári sett føturnar fastar á Kambsdali – á tí økið har virkið í dag liggur.
Heðin prógvar í hesum málningi enn einaferð, at hann í Fuglafirði er ókrýndi kongurin innan málningalistina.
Arbeiðsfólkið hevði í samband við dagin givið henda málning sum Sámal Toftanes hevur málað. Sámal er eisini ein av okkara framúr góðu málarum.
Í eina viku eru 2 bókur, við 514 síðum, komnar út í Fuglafirði. Slíkt mentanarligt bragd á siðsøguliga økinum er ikki hent áður, og fer neyvan heldur aftur at koma fyri.
Hesar bøkur eru báðar tvær eitt gott ískoyti til Fuglafjarðar søgu.
Tey sum møtt vóru til hugnaligu løtuna á Kambsdali kundu fáa sær eina bók heim við. Hvussu onnur kunnu fáa hendur á bókini, varð ikki sagt nakað um, men óivað verða tær tøkar á fyritøkuni so leingi nøkur er eftir.
[30.11.2008 – Jóhan Heri Joensen]