Jólamaðurin

Okkara jólamaður hevur sín uppruna umleið ár 300 í Týrkínum.

Hollendarar  vóru teir fyrstu sum fóru at brúka fyrimyndina av Jólamanninum. Sinter Klass sum teir nevna hann. Í USA bleiv tað til Santa Claus.

Tað finnast mangar søgur um Nikolaus biskup í Myra í Lítluasiu, hvussu hann hevur vakt fólk upp frá deyða og serliga hvussu hann hjálpti fátøkum.

Ofta sæst undir hansara lið ein svartur hjálparmaður, tað sigst, at hann hjálpti einum foreldraleysum træli í Etiopia, og
hesin bleiv hansara trúfasti hjálpari til sín deyð.

Nikolaus doyði 6. desember í 340, bleiv grivin í Myra og varð seinni skýrdur halgimenni.

Okkara jólamaður stavar frá Nikolaus, ella sum sagt verður í Hollandi, Sinter Klaas.

Spekulatius og brúnakøkur

    

Í Týsklandi og Hollandi verða køkur etnar sum eita Spekulatius.

Søgnin  sigur at Nikolaus biskuppur bjargaði heimbýi sínum frá hungursneyð. Hann fekk nakrar hollendskar keypmenn at geva býnum eitt sindur av mjøli til breyð.

Táið keypmennirnir fóru heim aftur løgdu teir til merkis, at sekkirnir framvegis vóru fullir av mjøli, teir vóru tá so glaðir, at táið teir komu aftur til Hollands bakaðu teir nakrar serligar køkur við kryddaríum sum teir høvdu fingið í Týrkínum.

Tær fyrstu Spekulatius vóru av Sinter Klass í búna. Spekulatius køkurnar høvdu hol í miðjuni, soleiðis, at tær kundu heingjast á jólatræðið.

Í dag verða tær gjørdar í nógvum ymiskum formum. Frá hesum Spekulatius køkunum hava vit í dag fingið: sirupskøkur og piparnøtur.

 

[17.12.2008 – Jóhan Heri Joensen]