P/f Vónin hevur keypt P/f Føroya Trol í Vestmanna.

Føroya  Trol hevur virkað í 3 ár, teir hava húsast í gamla snikkaravirkinum Inni á Fjørð í Vestmanna. Føroya Trol hevur gjørt trolútgerð, bæði til føroyska flotan og til útflutnings.

Stjórin  í Vónini Hjalmar Petersen sigur, at tað er ikki ætlanin í framtíðini at hava virksemið í Vestmanna, Vónin hevur góðar umstøður bæði í Havn og Fuglafirði, so virksemi sum í dag er í Vestmanna verður tí flutt til Havnar, sigur Hjalmar Petersen.

Trolvirkið Vónin og trolvirkið RFG í Fossnavåg í Norra vóru fyri tíð síðan samanløg, tað er felagið VON, sum er móðurfelag hjá samanløgdu fyritøkunum.

Vónin hevur eisini nógv virksemið í Grønlandi, har teir hava avgreiðslur í Nuuk, Ilulissat, Aasiaat og Sisimiut.

Umsetningurin hjá P/f VON var í 2008 kr. 350 mill., harav P/f Vónin stóð fyri 150 milliónum.

 

[03.01.2009 – Jóhan Heri Joensen]