Søkt verður eftir intiativ- og fantasiríkum leiðara til Mentanarhúsið í Fuglafirði. Leiðarin, ið fer at hava tilvísing til nevnd Fuglafjarðar Sjónleikafelags, skal hava dagligu leiðsluna av húsinum um hendi.
Talan er um fulltíðarstarv, harav nógvir tímar eru uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Lønin verður eftir avtalu.
Uppgávurnar
Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt leiðarastarv við nógvum fjølbroyttum uppgávum og við rúm fyri menning og endurnýggjan.
Uppgávurnar eru eitt nú at skipa fyri tiltøkum, at taka ímóti bílegginum av húsinum og at samskipa tiltøkini. Leiðarin stendur fyri samskiftinum úteftir og skal røkja og menna heimasíðuna og ymsar samskiftisprofilar.
Leiðarin skal menna og útbyggja tænastur, tiltøk og útgerð, og skal leiðarin eisini syrgja fyri at húsið er væl røkt.
Í samstarvi við nevnd og bókhaldara røkir leiðarin figgjarligu skyldu felagsins.
Krøv til umsøkjaran
Vit vænta, at tú hevur brennandi áhuga fyri mentan í breiðum høpi og hevur hug at menna eitt virkið hús at vera enn meira virkið og fjølbroytt. Tú hevur fíggjarligt innlit og tev og hevur royndir sum leiðari og samskipari. Tú hevur góð leiðara- og samstarvsevni og arbeiðir væl sjálvstøðugt.
Nevndin tilskilar sær rætt frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at velja.
Um Mentanarhúsið
Mentanarhúsið er ogn Fuglafjarðar Sjónleikarafelags. Húsið varð tikið í nýtslu í juli 2002. Húsið er bygt fyri at hýsa alskins mentunartiltøkum, so sum sjónleiki, tónleiki, listaframsýningum, fundum, veitslum, dansi, ráðstevnum o.s.fr. Eini 20 lønt og ólønt fólk eru knýtt at húsinum.
Missión
Mentanarhúsið skapar karmar um eitt fjølbroytt úrvæl av mentanarligum tiltøkum – vinnuligum, almennum og privatum.
Visjón
At vera fremsti/besti og breiðasti mentanarberi.
Umsóknir við CV skulu sendast til
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
Postsmoga 14
530 Fuglafjørður
Umsóknarfreist er 23. mars kl. 12.
[02.03.2009 – Jóhan Heri Joensen]