Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur sett Vagn Foldbo sum skúlastjóra í Fuglafjarðar skúla.
Vagn Foldbo er ættaður úr Leirvík.
Vagn er 39 ára gamal og hevur starvast bæði sum lærari og leiðari í fólkaskúlanum. Hann varð settur í starv sum lærari í Eiðis skúla í august 1996 og var í hesum starvi í tvey ár, tá hann varð settur sum skúlaleiðari í sama skúla. Vagn var fyristilærari í Eiðis skúla til 2004, tá hann fór í leiðarastarv sum aðalskrivari hjá Heimamissiónini. Skúlaárið 2008/09 hevur Vagn verið lærari í Hornslet skúla í Jyllandi.
Vagn hevur læraraútbúgving og hevur nomið sær eftirútbúgving í leiðslu. Hann hevur tikið útbúgving í persónligari leiðslumenning, sum Mentamálaráðið hevur skipað fyri og diplomleiðaraútbúgving á Føroya Handilsskúla umframt onnur styttri skeið innan leiðslu. Eisini er Vagn í holt við masterútbúgving á Århus Universiteti, har hann lesur “master í etik og
værdier i organisationer”.
Harumframt hevur Vagn verið limur í nevndini í Skúlaleiðarafelag Føroya og seinni skrivari hjá felagnum.
Vagn Foldbo tekur við starvinum 1. august 2009.
[12.05.2009 – Jóhan Heri Joensen]