Fuglafjarðar býráð helt í gjár 14. sept.býðrásfund í bønhúsinum á Hellunum.
Í gjár klokkan 18 hevði Fuglafjarðar býráð býráðsfund á Hellunum. Fundurin varð hildin í bønhúsinum, og har vóru nøkur hellufólk til staðar og lýddu á. Sigurd Simonsen, borgarstjóri, var fundarleiðari. Á skránni vóru ymisk mál sum til dømis parkeringspláss, egningarmiðstøð og vegagerð.Fyrsta málið á skránni var nýtt vatnreinsiverk á Hellunum, og hevði tað tí serligan áhuga fyri fólkið á Hellunum. Hini málini høvdu øll við Fuglafjørð at gera. Fólkini á Hellunum høvdu kanska verið meira spent at hoyrt um okkurt mál, sum viðkom teirra bygd.Fundurin varð hildin í hugnaligum trongum umhvørvi, og aftaná var kaffi. Veðrið á Hellunum var sera gott, og útsýni var sera flott í gjár. Hetta hóast greytatjúkt í mjørka á Skálafjørðinum.
Hugskotið at hava fundin á Hellunum er helst ein liður í, at býráðið skal koma bygdini nærri, og at vaksa um undirtøkuna á Hellunum. Tað er eingin loyna, at summi hellufólk hava verið ónøgd við arbeiði hjá Fuglafjarðar kommunu, og nú Runavíkar Kommuna stendur í stórum vøkstri, byrja tey í Fuglafirði kanska at merkja trýstið.
Undirtøkan fyri fundinum millum hellufólk, var stór til henda søguliga fundin. Helst verður tað ikki síðstu ferð, at Fuglafjarðar Býráð hevur býráðsfund á Hellunum.
[15.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]